* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Nýtt um tvískipbrotið hjá MSS fyri jól

Varð sjótrygdarlógin brotin, tá tvey skip hjá Maersk Supply Service sukku í desember í fjør, kann felagið rokna við at verða meldað til løgregluna.

Fendararnir millum ’Mærsk Searcher’ og ’Mærsk Shipper’ vórðu knústir og skipssíðurnar hamraðu ímóti hvør aðrari í 36 tímar, áðrenn leki fekk 'Searcher' at søkka og toga 'Shipper' við niður.

Danska Sjóvinnustýrið væntar at verða liðug við kanning sína av tvískipbrotinum hjá Maersk Supply Service (MSS) út fyri Fraklandi fyri jól. Tað skrivar ShippingWatch

- Um vit sum eftirlitsmyndugleiki meta, at brot er gjørt á sjótrygdarlógina, so verður málið meldað til løgregluna. Síðani skal løgreglan taka støðu til, um ákæra skal reisast, sigur Martin John eftirlitsstjóri við miðilin.

’Maersk Battler’ hevði ’Mærsk Searcher’ og ’Mærsk Shipper’ upp á sleip, tá tey bæði skipini sukku út fyri fronsku strondini í desember í fjør. Tey vóru annars á veg til upphøggingar í Turkalandi. 

Frágreiðing um tvískipbrotið kom frá skaðanevndini í august, og síðani hevur Sjóvinnuráðið kannað málið.

Valið av sleipingarhátti kallar skaðanevndin "óvanligt" fyri eina so langa ferð. Skipbrotið er eisini vorðið lýst sum ein avleiðing av ófullfíggjaðari váðameting av reiðarínum.

Kelda: soefart.dk