* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Seglskipið verður her niðursiglt.

Nýumvælt seglskip niðursiglt á Elben

Søguliga týska seglskipið, Elbe No. 5, sum hevur verið umvælt í Hvide Sande seinasta hálva árið fyri 12 milliónir krónur, er sokkið á ánni Elben eftir ein samanstoyt við eitt bingjuskip. Hetta hendi bert fáar vikur eftir, at skipið var liðugt umvælt í Hvide Sande.

 

43 fólk vóru umborð á 37 metrar langa seglskipinum, tá tað av ógreiðari orsøk sigldi beint fyri bingjuskipið, Astrosprinter, og varð niðursiglt.

 

Fleiri bjargingarfør vóru nærindis, og tey vóru skjótt á staðnum. Øll tey 37 fólkini, sum vóru umborð á seglskipinum, vórðu bjargað, sjey teirra vórðu send á sjúkrahús.

 

Elbe No. 5 var smíðað sum loðsskip í 1883. Í dag siglir tað sum ferðafólkaskip á Elben.

 

Kelda: Maritime Danmark