* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ocean Cleanup aftur í holt við at reinsa havið fyri burturkast

Maersk-stuðlaða burturkastætlanin, Ocean Cleanup, er aftur farið at savna burturkast. Í fyrru royndini riggaði útgerðin ikki sum vónað, og nógvar tillagingar eru gjørdar.

 

Ocean Cleanup skrivar á heimasíðu sínari, at ein trupulleiki í fyrstu syftu var, at skipanin arbeiddi alt ov seint.

 

Hetta seinasta árið eru nógvar broytingar gjørdar í skipanini, og fyrstu royndirnar við nýggju skipanini hava riggað væl.  

 

Við hesi nýggju skipanini, sum hevur navnið “System 001/B”, er gjørligt at savna burturkast upp úr størstu konsentrasjónini av burturkasti í øllum heiminum, nevniliga í økinum, sum verður rópt “Great Pasific Garbage Patch.”

 

Við nýggju spikanini ber til at savna plastpetti heilt niður í 1 mm stødd.

 

- Vit vónaðu og væntaðu, at skipanin nú fór at rigga nógv betur, enn hon gjørdi í fyrstu royndihi, men vit eru bilsin av, at hon riggar so framúr væl, sum hon ger, sigur Boyan Slat, sum arbeiðir hjá Ocean Cleanup.

 

Kelda: Ocean Cleanup