* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska skipið, Ocean Viking, hevur bjargað meira enn 130 fólkum upp úr Miðjarðarhavinum seinastu dagarnar.

Norska skipið hevur siglt í Miðjarðarhavinum fyri at bjarga gestaarbeiðarum og flóttafólkum, sum eru á veg til Evropa.

 

Ocean Viking hevur seinastu samdøgrini bjargað meira enn 130 fólkum í Miðjarðarhavinum. Av teimum vórðu 67 bjargað í vikuskiftinum av einum yvirfyltum træbáti úti á miðjum havi, upplýsir SOS Méditerranée, sum rekur skipið.

 

Tað skrivar Ritzau.

 

Millum tey 67 vóru 20 ungdómar, sum ferðaðust einsamøll.

 

Skipið hevur seinastu dagarnar siglt kring um í Miðjarðarhavinum at hjálpa gestaarbeiðarum og flóttafólki, sum eru á veg til Evropa.

 

Sjóverjan í Libya hevur upplýst fyri flóttafólkafelagsskapinum hjá ST, at hon hevur tikið 120 fólk upp úr Miðjarðarhavinum og siglt tey aftur til Libya.

 

Gestaarbeiðararnir royndu at koma til Evropa úr Zuwara á útnyrðingsstrondini í Libya. Hesi vóru farin úr Libya týsnáttina. Gestaarbeiðararnir, sum vóru umborð á tí bátinum, komu millum annað úr Egyptalandi, Sudan, Eritrea, Tjadd og Bangladesh, upplýsir SOS Méditerranée.

 

Ritzau skrivar, at hundraðtúsundtals fólk eru farin tvørum um vandamikla Miðjarðarhavið frá afrikonsku strondini. Nógv teirra rýma frá stríði og fátækradømi. Bara síðan ársskiftið eru í minsta lagi 550 fólk druknað á hesi leiðini.

 

Kelda: Ritzau