* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Odfjell Drilling boðar frá 400 nýggjum størvum næstu árini

Stórar verkætlanir í Norðsjónum næstu árini bera í sær, at norska boripalsfelagið Odfjell Drilling fer at víðka munandi um starvsfólkahópin í 2018 og 2019. Tað upplýsir stjórin í felagnum, Simen Lieungh, fyri norska miðlinum Sysla.

Simen Lieungh nevnir í hesum sambandi Johan Sverdrup á norska landgrunninum umframt bretsku Mariner og Clair Ridge sum verkætlanir, ið krevja munandi fleiri starvsfólk.

"Vit tosa um 300-400 nýggj størv í alheims høpi," sigur Simen Lieungh við Sysla og leggur aftrat, at talan í høvuðsheitum er um frálandsstørv.

Odfjell Drilling hevur eins og restin av boripalsvinnuni liðið álvarsliga undir afturgongdini í oljuprísinum seinastu árini, tí oljufeløgini hava verið varin við at gera nýíløgur, og harvið skert virksemið munandi hjá fylgivinnuni.

Sambært Sysla hevur felagið mist meira enn 1500 starvsfólk, síðani oljuprísurin fór at falla. Í seinastuni hevur felagið tó megnað at fingið 200 persónar aftur í arbeiði.

Kelda: shippingwatch.dk