* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Odfjell økir aftur sín flota

Norska reiðaríið Odfjell hevur enn eina ferð økt sín flota, hesa ferð við útveganini av einum einstøkum skipi, einum átta ára gomlum kemikaliutangaskip.

Talan er um skipið M/T Argent Eyebright upp á 19.440 bruttotons, sum norska reiðaríið hevur keypt fyri 25,5 miljónir dollarar.

Odfjell yvirtekur skipið síðst í juni, tá tað fær nýtt navn og kemur undir norskt flagg.

Skipið hevur tó verið lænt til Odfjell síðani fyrst í januar.

Odfjell skrivar í tíðindaskrivi, at nýggja skipið verður eitt gott ískoyti til núverandi flota, og at keypið er í tráð við ætlanina um endurnýgging og vøkstur av flotanum.

Hetta er eisini í samsvari við tað, sum stjórin í Odfjell greiddi ShippingWatch frá í desember í fjør.

Nýggja skipið varð bygt í november 2009 á japonsku skipasmiðjuni Kitanihon Shipbuilding.

Kelda: shippingwatch.dk