* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska felagið, Odfjell Terminals, hevur selt terminal sín í Rotterdam.

Odfjell selt oljuterminal í Rotterdam

Norska kemikaliumreiðaríið, Odfjell, hevur selt sín oljuterminal í Rotterdam fyri slaka milliard krónur.

 

Hollendski keyparin, Koole Terminals, yvirtekur eisini Odfjell Terminals Rotterdam.

 

- Hetta er ein varði á leiðini fyri okkum. Vit hava seinastu árini stríðst fyri at Odfjell Terminals Rotterdam aftur skuldi gerast eitt úrtøkugott felag, og nú er terminalurin tilreiðar at fara víðari. Tað merkir millum annað munandi nýggjar íløgur, sigur danski stjórin í Odfjell, Kristian Mørch, í einum tíðindaskrivi.

 

Odfjell hevur framvegis sjey oljuterminalar kring um í heiminum, og sølan av terminalinum í Rotterdam er ikki eitt tekin um, at felagið er á veg út úr oljuterminal-handlinum.

 

- Vit verða verðandi í okkara terminalhandli, og vit fara at tilluta felagnum størri íløgur fyri at vaksa Odfjell Terminals komandi árini, sigur Kristian M ørch.

 

Kelda: Søfart