* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ófulltikin danskur dekkari stríðis móti sosialari dumping.

Ófulltikin dekkari stríðist móti sosialari dumping

Lágar hýrur gera tað ógjørligt hjá nógvum dønum at fara til sjós. Tað heldur ófulltikni skipsatstøðarin, Mette Clemmensen.

 

Nógvir danir enda í arbeiðum á landi, sum teimum als ikki dáma. Orsøkin eru lágu hýrurnar til sjós, hýrur, sum gera tað ógjørligt hjá mongum at sigla.

 

- Nógvir av mínum starvsfeløgum leggja til merkis, at teir fáa alt fleiri starvsfelagar, sum gera tað sama arbeiðið, men við øðrvísi treytum – og ikki til somu løn. Tað hevur við sær, at nøkur noyðast úr hesi vinnuni, tí tey finna ikki størv, sum tey kunnu liva av. Tað haldi eg vera skeivt, sigur Mette Clemmensen við Avisen.dk.

 

- Eg kenni fólk, sum eru “gjørd” til at sigla, men sum enda við at fáast við arbeiði, sum tey als ikki tíma – í landi, sigur hon.

 

Hon skýtur upp at loyva fakfeløgum at taka øll sjófólk við donskum skipum sum limir, ikki bara tey, sum búgva í Danmark.

 

Kelda: Søfart