* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ógloymandi dagur í Torm

Fríggjadagurin 26. januar 2018 gjørdist ein dagur, sum ikki verður gloymdur í bræði í danska reiðarínum Torm. Jacob Meldgaard, forstjóri, slapp at ringja við gitnu klokkuni á New York Stock Exchange og kundi samstundis boða frá, at innsavningina av nýggjum partabrøvum upp á 100 mió. dollarar var rokkin.

“Eg eri sera fegin um, at Torm hevur fingið nýggjar íleggjarar, ið taka undir við bjartskygdu metingum okkara á gasstangaskipamarknaðinum og vónirnar um One Torm pallin. Nú eru vit før fyri at gera íløgur í skip fyri sera áhugaverdar prísir - og samstundis hava skot í byrsuni til aðrar møguleikar," segði Jacob Meldgaard í tíðindaskrivi um avgreiddu partabrævasøluna.

Og so kundi hann annars njóta løtuna í New York Stock Exchange saman við fleiri av nevndarlimunum í Torm.

Kelda: maritimedanmark.dk