* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bilskipið, Hoegh Xiamen, sum eldur kom í eftir eina spreinging umborð.

Ógvuslig spreinging á Hoegh bilskipi

Níggju fingu skaða og átta sløkkiliðsfólk eru innløgd við brandskaðum eftir eina ógvusliga spreinging umborð á einum bilskipi hjá Hoegh Autoliner, Hoegh Xiamen, við Blount Island í Jacksonville í Florida.

 

Ein eldur byrjaði á dekki 7 klokkan 16.00 amerikanska tíð hósdagin beint eftir at liðugt var at lossa skipið.

 

“Tað hevur verið ein spreinging umborð á skipinum... Sløkkiliðsfólk eru løstað,” boðaði Jacksonville Fire and Rekscue Department frá á netmiðlum.

 

Átta sløkkiliðsfólk eru flutt á sjúkrahús, fýra teirra til deildina fyri brandsár. Teirra støða er støðug, men løstirnir eru álvarsligir, upplýsa sløkkiliðsmyndugleikarnir.

 

Ongin av teimum 21 av manningini fekk eftir øllum at døma skaða.

 

Orsøkin til eldin verður nú kannað. Hoegh Xiamen siglir undir norskum flaggi.

 

US Coastguard hevur gjørt ein 450 metrar trygdargeira kring skipið, og myndugleikarir hava fingið upp á beinini eina flótandi forðing móti møguligum oljuleka.

 

Kelda: Tradewinds