* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Veldugu inntøkurnar hjá bingjureiðaríunum í kjalarvørrinum á alheims ferðsluorkuni heldur fram í 2022, sambært greinarum.

 

Úrslitini frá seinastu trimum mánaðunum í fjør nærkast nú at verða kunngjørd um allan heim, og spenningurin er stórur hjá feløgunum, sum gjøgnum 2021 forvunnu søguliga nógvan pening.

 

Viðurkenda maritima greiningar- og ráðgevarafyritøkan, Drewry, væntar eitt úrslit upp á 190 milliardir dollarar ella 1.250 milliardir krónur fyri alt árið.

 

- Útviklingurin í farmaprísunum í seinna hálvári fór upp um tað, reiðaríini væntaðu, sigur Simon Heaney, sum starvast í bingjudeildini hjá Drewry, við E24.

 

Fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar forvunnu reiðaríini 137 milliardir dollarar ella umleið 900 milliardir krónur.

 

Fyri 2022 metir Drewry at rakstrarúrslitið hjá heimsins reiðaríum verður 200 milliardir dollarar ella 1.313 milliardir krónur.

 

Kelda: E24