* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eldur í ísraelska bingjuskipinum, ZIM Charleston.

Ísraleska bingjureiðaríið ZIM váttar nú, at eldur kyknaði umborð á bingjuskipinum ZIM Charleston fyri 11 døgum síðan, tá skipið var statt í Indiahavinum. Eldurin kyknaði í lastarúmi 4, og oyðilegði ella løstaði einar 300 bingjur.

 

Sambært reiðarínum var vandamikið innihald í bingjum, sum stóðu í lastini.

 

Eftir at eldurin kyknaði, vendi skipið, og sigldi aftur móti Kolumbia. Her liggur tað framvegis við bryggju.

 

Enn er ógreitt, hví eldur kom í í lastarúmi 4, men bæði myndugleikar og reiðarí eru farin at kanna málið.

 

Boðini um eldin koma, samstundis sum Maersk hevur boðað frá, at reiðaríið hevur gjørt ein stóran sáttmála við Viking um at seta eldsløkkiútgerð frá HydroPen umborð á bingjuskipini hjá reiðarínum.

 

Kelda: Maritimedanmark