* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Óhapp á bryggjuni á Tvøroyri

Tað gjørdist rættiliga rokmikið, tá farmaskipið Green Karmoy skuldi leggja at bryggju á Tvøroyri um 20 tíðina sunnukvøldið.

Av eini ella aðrari orsøk  endaði tað við, at farmaskipið Green Karmoy bakkaði á bryggjuna og inn í síðuna á nýggju frystigoymsluna hjá Varðanum Pelagic.

Stutt er ímillum nýggju frystigoymsluna og bryggjukantin, og stoyturin varð somikið harður, at klædningurin á frystigoymsluni fekk rættiliga stóran skaða, skrivar sudurras.fo.


Tá óhappið hendi, arbeiddu tveir mans í einum lyftivogni á síðuni á frystigoymsluni, har skipið rakti. Skipið rendi á lyftivognin, men til alla lukku eydnaðist monnunum at bjarga seg upp á nøkur rør, sum eru heft ovast uppi á síðuni á frystigoymsluni. Menninir arbeiddu við køliskipanina á nýggju frystigoymsluni.

Tað eydnaðist so at fáa skipið út frá bryggjuni aftur, og løtu seinni legði skipið at bryggjuni sum ætlað, men í hesum sambandi brast springið og rakti ein mann á bryggjuni. Maðurin varð slongdur nógvar metrar eftir bryggjuni. Sjúkrabilurin varð boðsendur, og maðurin varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús.

Løgreglan sigur við Suðuroyarportalin í kvøld, at maðurin ikki hevur fingið staðfest nøkur brot, og at maðurin eftir umstøðunum hevur tað gott.

Tíðindamyndina hevur Leivur Nygaard tikið