* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Costa Victoria verður nú høgd upp sum gamalt jarn, hóast skipið er lutfalsliga nútímans.

Óhoyrt: Reikferðaskip verður høgt upp

Meðan allir aðrir partar í sjóvinnuni hava verið raktir av niðurtúrum seinastu áratíggjuni, er reikferðavinnan sloppin undan. Men tað hevur koronakreppan steðgað. Milliarda tap er tað, sum nú eyðkennir vinnuna, og nú verður eitt lutfalsliga nútímans reikferðaskip høgt upp sum gamalt jarn.

 

Í mars mánað var tað neyvan nakar umborð á 24 ára gamla reikferðaskipinum, Costa Victoria, sum ímyndaði sær, at tey høvdu verið á seinastu ferðini hjá skipinum.

 

Men fyri eina vinnu, sum hevur klárað seg gjøgnum nógvar kreppur seinastu áratíggjuni, og sum bara hevur merkt framgongd, rakar Covid-19-pandemiin harðari, enn tey flestu ímyndaðu sær. Heimsins størsta krússkipa-samtak, Carnival Corporation, hevði eitt hall upa 4,4 milliardir dollarar, tað eru slakar 30 milliardir krónur, fyrsta ársfjórðing.

 

Samstundis hevur felagið við ógvusligum sparingum minkað leypandi hallið úr 1 milliard dollarum til 650 milliónir dollarar um mánaðin.

 

Herfyri tók felagið eitt nýtt lán uppá 2,8 milliardir dollarar, sum skulu byrgja upp fyri tapini komandi mánaðirnar. Men neyðugt er framvegis við sparingum á útreiðsluøkinum.

 

Carnival Corp boðaði hin 18. juni frá, at felagið longu hevur gjørt fyribils avtalur um at burturbeina seks av skipum sínum, sum væntandi fara úr flotanum næstu 90 dagarnar.

 

Kelda: Maritimedanmark og Maritime Executive