* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Mentamálaráðharrar hittust í Oslo í farnu viku.

Ókeypis at síggja sjónvarp hjá hvørjum øðrum í Norðurlondum

Eftir árafundin í Norðurlandaráðnum í Oslo, er semja um at arbeiða fyri, at Norðurlond ókeypis kunnu síggja sjónvarp hjá hvørjum øðrum.

 

- Tað er breitt ynski úr øllum Norðurlondum, at vit skulu sleppa framat tilfari frá hvørjum øðrum. Ráðharraráðið hevur sett eina kanning í verk, sum skal lýsa støðuna viðvíkjandi upphavsrætti og øðrum, og skal so koma við tilmælum um, hvussu vit kunnu røkka ynskinum um at avtaka geoblokkingina í Norðurlondum, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna.

 

Vit kenna øll hesa forðingina, tá vit leita eftir tilfari á heimasíðum hjá norðurlendskum public-service støðunum, at eini boð koma fram um, at tilfarið er ikki tøkt í útlandinum.

 

- Tað hevði verið ein stórur fyrimunur, um vit øll fingu atgongd til alt tilfarið hjá hvørjum øðrum, so vit í Norðurlondum, sum framleiða so nógvar dygdargóðar sendingar, kunnu njóta alt tað norðurlendska tilfarið. Tað styrkir sambandið og málfatanina fyri málunum hjá hvørjum øðrum, at vit øll fáa tílíka atgongd, sigur landsstýriskvinnan.

 

Kelda: Mentamálaráðið