* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Ólavur Gunnarsson: Nógv er broytt til tað betra í sjóvinnuni

Á aðalfundini, sum Antares helt 2. mai, var formaðurin í Maskinmeistarafelagnum boðin inn sum gestarøðari. Og formaðurin, Ólavur Gunnarsson, nýtti millum annað høvið at vísa á stóru broytingarnar til tað betra innan bæði føroyska og altjóða sjóvinnu.

 

- Vit føroyingar hava hetta við sjónum íborið, og í øllum familjum finnast sjómenn, sum kunnu siga frá søgum um allar upplivingarnar, teir hava haft á høvunum og ikki minst í teimum eksotisku støðunum, teir hava vitjað við skipunum. Hesar søgur hava oftani verið við til at undurbyggja dreymar, har ein hevur sæð seg sjálvan í teirra støðu, og hevur hettar sjálvandi verið viðvirkandi til, at valið er falli á hesar framúr góðu útbúgvingarnar, og harvið størvini, segði Ólavur Gunnarsson millum annað.

 

Hann vísti samstundis á, at nógv er broytt. Fyrr var tað soleiðis, at ein útmynstring saktans kundi varða upp í eitt ár ella møguliga meira, og tú visti ongantíð frammanundan, hvørjar havnir og støð vórðu vitjað á hesum túrum. Ólavur Gunnarsson vísti á, at í dag liggur alt meria ella minni í føstum kørmum, soleiðis at ein kann stilla klokkuna eftir tí.

 

- Útmynstringarnar eru eisini vorðnar styttri soleiðis, at taðk í dag fyri tað mesta er talan um 4-6 vikur og í serligum føri upp til 10 vikur. Hettar er heilt í trá við nútíðina, har sjómaðurin hevur førkað seg frá at verða eitt skaffidýr burturav, til at verða ein, sum luttekur í øllum tí heimliga, ja, fer enntá í barnsburðarfarloyvi, segði hann, og legði upp til eitt tættari samstarv millum Maskinmeistarafelagið og Áhugafelagið Antares.