* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ólavur Gunnarsson nýggjur formaður í Maskinmeistarafelagnum

Á aðalfundinum hjá Maskinmeistarafelagnum seinasta leygardag tók Ólavur Gunnarsson við sum formaður aftan á Páll Hansen, sum hevur verið formaður felagsins seinastu 11 árini.

Á nevndarvalinum varð John Højsted afturvaldur.

Nývaldur í nevndina varð Jóhan Mørkøre, og hann tekur sætið hjá Jóan Petur Patursson, sum ikki stillaði upp aftur.

Í nevnd felagsins sita nú: Ólavur Gunnarsson, Regin Olsen, Hans Ingvard Joensen, John Højsted og Jóhan Mørkøre.

Tiltakslimir eru Daniel Nielsen og Róald Johannesen.

Kelda: Maskinmeistarafelagið