* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Gorm Ekko í Norðsjónum.

Fleiri oljuarbeiðarar hjá A.P. Møller-Mærsk stúra fyri trygdini á oljupallinum 'Gorm Ekko' í Norðsjónum, eftir at ein umfatandi eldsbruni setti 100 lív í váða á heysti 2015. Framstigini eru lítisverd og sprinklaraskipanirnr eru í "syrgiligum standi", verður sagt. Men Mærsk vísir aftur at hava linkað trygdarkrøvini. Tað skrivar Berlingske Business.

Eldur á einum oljupalli er marran hjá einum og hvørjum oljufelag. Eftir at dreymurin varð veruleiki í 2015 skrivaði Maersk Oil eina frágreiðing, har allar mannagongdir á pallinum vórðu gjøgnumgingnar umframt at tiltøk og tilmæli vórðu løgd fram til tess at bøta um trygdina.

Tó bendir mangt á, at hetta ikki hevur borið ávøkst, skrivar blaðið.

5. desember 2016 varð støðan gjørd upp á Gorm-pallinum, har eitt umboð fyri meðarbeiðararnar gjørdi vart við seg við hørðum atfinningum ímóti støðuni á pallinum.

Í eini frágreiðing undir heitinum "Hava vit lært nakað" vísir meðarbeiðaraumboðið á fleiri øki, har trygdin ikki er í lagi. Serliga er tað sprinklaraskipanin á pallinum, ið treingir til útskifting, men sum higartil er vorðin útsett orsakað av strembanunum hjá konglomeratinum at minka um útreiðslurnar.

- Meðarbeiðararnir hava roynt at fáa hetta viðgjørt í trygdarnevndini. Lítið og onki er hent. Ein eldsbruni var í 2015, og onki er gjørt síðani, sigur ein ónevndur meðarbeiðari á boripallinum Gorm Ekko við Berlingske Business.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Gorm-pallurin hevur verið raktur av trupulleikum. Í 2001 elvdi tering í nøkrum rørskipanum til eina spreinging, sum hevði við sær, at Mærsk noyddist at steðga framleiðsluni í fimm mánaðir. Hetta kostaði eina hálva mia. kr.

Kelda: Ritzau/Finans