* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Oljuarbeiðarar noyðast at rinda ferðaútreiðslurnar sjálvir

Fríggjadagin mótmæltu oljuarbeiðarar á tyrlupallinum á Sola-flogvøllinum í Stavanger ímóti, at teir skulu rinda fyri flutningin til og frá tyrlupallinum og heimstaðið umframt møguligt náttarvist har, fyri at sleppa til arbeiðis í Norðsjónum. Tað skrivar Aftenbladet.

Eitt mál, sum byrjaði fyri tveimum árum síðani í Kaefer Energy, hevur sett sinnini í kók, og tí tók Fellesforbundets klubb í Kaefer við stuðuli frá øðrum starvsbólkum og fakfeløgum stig til mótmælistiltakið.

Kaefer Energy hevur gjørt av í høvuðsheitum bert at seta fólk í starv, sum búgva nærindis Stavanger og Brønnøysund. Orsøkin er, at felagið brúkar 30 miljónir á hvørjum ári í ferðaútreiðslum hjá starvsfólkum millum tyrluplallin og heimstaðið.

Hesar útreiðslur ætlar felagið ikki hava av nýggjum starvsfólkum.

– Hørð kapping er um sáttmálarnar og fíggjarliga rásarúmið er undir trýsti. Vit hava fingið nýggjar sáttmálar við fráferð úr Stavanger og Brønnøysund, og fyri at avmarka umsitingina og beinleiðis kostnaðin, sum er knýttur at ferð og møguligum náttarvisti, seta vit nú í høvuðsheitum bert fólk í starv, sum búgva nærindis hesum báðum tyrluplallunum, sigur Bård Bjørshol, stjóri í Kaefer Energy.

Kelda: sysla.no