* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Oljufeløg stevna Airbus eftir Turøy-vanlukkuna

Trý amerikonsk oljufeløg stevna Airbus Helicopters eftir syrgiligu tyrluvanlukkuna við norsku Turøy, har 13 fólk mistu lívið á veg til ein boripall í Norðsjónum í apríl í fjør. Talan er um Wells Fargo, ENC Capital Corporation og ERA Group, sum øll eru kundar hjá Airbus og nú hvør sær stevna tyrluframleiðaranum.

Sambært norska TV2 skuldseta tey millum annað Airbus fyri framleiðslufeilir og fyri at hava hildið upplýsingum aftur. Eitt av sakarmálunum inniheldur harumframt fíggjarlig krøv.

"Nøkur av uppáhaldunum eru ágangandi, og onkur av teimum eru beinleiðis ósonn. Vit fara at verja okkum ímóti teimum og leggja fram virðini hjá okkara felag," sigur stjórin í Airbus, Guillaume Gaury, við TV2.

Tíðindini um stevningarnar koma fáar dagar eftir, at norska skaðanevndin hevur staðfest, at tað eftir øllum at døma var eitt møðibrot í einum tannhjóli, sum fekk tyrluna av slagnum Super Puma at detta niður 28. apríl í fjør.

Tyrlan var á veg til boripallin Gullfaks B í norska partinum av Norðsjónum, tá hon bráddliga datt niður við Turøy. 13 oljuarbeiðarar vóru umborð, sum allir doyði í vanlukkuni. Teir starvaðust hjá Statoil, Halliburton, Aker Solutions, Schlumberger, Welltec og Karsten Moholt. 

Kelda: shippingwatch.dk