* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Trafigura er eitt av heimsins størstu óheftu oljufeløgum.

Oljuhandlarar raktu blett í 2019

Heimsins størstu oljuhandlarar høvdu í 2019 eitt av sínum bestu árum nakrantíð, tá skiftið hjá shippingídnaðinum til lágsvávulbunkarar góðu luft undir veingirnar, skrivar Shippingwatch. Kelda er Bloomberg.

 

Hjá heimsins størsu oljuhandlarum sum Vitol og Trafigur var 2019 eitt av bestu árunum í søguni hjá teimum báðum feløgunum. Eisini feløg sum Shell, Total og BP høvdu eitt framúr gott ár.

 

- Á einhvønn hátt var 2019 eitt av teimum alrabestu árunum yvirhøvur hjá orkuídnaðinum, sigur Marco Dunand, sum er CEO í Mercura Energy Group, eitt av teimum fimm størstu óheftu oljuhandilsfeløgunum í heiminum.

 

Keldur á marknaðinum vísa á, at tað var eitt heppið bland av ymsum viðurskiftum, sum førdu til góðu umstøðurnar.

 

Tað snýr seg millum annað um ógvusligu broytingarnar á shippingmarknaðinum við altjóða svávulkrøvunum, sum komu í gildi í ár.

 

Haraftrat ávirkaðu revsiatgerðirnar hjá USA móti Venesuela nógv, og at ein saudiarabiskur oljuterminalur varð álopin í september 2019, ávirkaði eisini oljuídnaðin nógv.

 

Kelda: Shippingwatch