* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Oljuleiting í Alaska

 

Mánadagur 25. februar 2013 - 18:33

Tað er framvegis óvist, um oljufelagið Shell fer at bora út fyri Alaska í ár, nú boriskipini hava verið fyri óhappum og ikki lúka allar treytir fyri boring og skulu til Suðurkorea til klassingar. Shell hevði annars sett 2012 at vera árið, har felagið sum tað fyrsta í 20 ár fór undir aftur at bora í Arktis. Men felagið náddi so bert at seta borin í og bora fáa metrar, áðrenn tað mátti gevast eitt nú vegna tess, at ísurin kom fyrr enn væntað. Síðani rakti annað av boriskipunum, Kulluk við land. Hetta og drúgva tíðin at fáa øll tey neyðugu loyvini frá amerikonskum myndugleikum hevði við sær, at Shell heilt gavst við leitingini í fjør.

Felagið hevur brúkt umleið 20 milliardir krónur seinastu fimm árini at fyrireika sína boriverkætlan í Arktis, har tað skulu borast fleiri brunnar norðan og vestan fyri Alaska. Nú hava trygdarmyndugleikarnir í Alaska so funnið fram til 16 brot á reglugerð fyri at arbeiða í Arktis umborð á Noble Discoverer pallinum og vilja hava hesi tingini uppá pláss, áðrenn loyvi verður givið til víðari leiting. 

Sum skilst meta umboð fyri Shell ikki, at teirra ætlanir hava nakran umhvørvisligan vanda við sær, hóast talan hevur verið um smávegis óhapp. Nú bæði boriskipini fara til Korea til umvælingar er ikki vist, um Shell er ført fyri at fara undir aftur at bora komandi summar sigur eitt umboð fyri Shell. Fleiri onnur stór altjóða oljufeløg arbeiða eisini við verkætlanum at bora í Arkis, tó at tær ikki eru so ítøkiligar sum tær hjá Shell. 


Kelda: oljan.fo