* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Sunil Kumar Nandeshwar, skipari, hevur nú viðgingið, at hann hevði eina “lítla kenning”, tá MV Wakashio  strandaði við Mauritius hin 25. juli 2020. Skipið strandaði í einum øki, sum er kent fyri mongu koralriv síni.

 

Avleiðingarnar av at skipðið strandaði vóru millum annað, at skipið fór at leka, og í minsta lagi 1.000 tons av olju lóku á sjógv.

 

Skiparin greiddi í rættinum frá, at hann stutt frammanundan hevði verið í einum stórum føðingardagsgildi umborð, har køldu vørurnar eisini vóru á borðinum. Umframt skiparan var eisini 1. stýrimaðurin, Hitihanillage Sybhoda Janendra Tilakaratna, eisini við í gildinum, og teir vóru báðir alkoholávirkaðir.

 

Tað skrivar BBC, sum hevur fylgt við rættarmálinum.

 

Sambært skiparanum hevði hann givið boð um at sigla nærri Mauritius fyri at fáa telfonsamband, so manningin kundi ringja heim.

 

- Veðrið var vánaligt, men sýni var gott, og tað var trygt at sigla. Men brádliga førkaði skipið seg ikki, og tað var greitt, at vit høvdu rakt botn, greiddi skiparin frá í rættinum.

 

- Eg hevði drukkið eitt sindur frammanundan, og tí helt eg tað ikki vera vert at gera nakað sjálvur, tá vit sigldu so nær landi, segði hann eisini.

 

Skipið strandaði við Pointe d’Esbny, sum er ein kendur frístaður fyri sjáldsamt og friðað djóralív.

 

Endaliga revsingin verður væntandi staðfest hin 27. sesember í ár.

 

Kelda: Søfart