* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Oljumarknaðurin ivast í saudiarabiskum lyfti

Kostnaðurin á ráolju reyk upp eftir álopið á størstu framleiðsluskipanina í Saudiarabia herfyri, men fall so aftur eftir lyfti frá Saudiarabia um, at løstaða skipanin fór at verða umvæld skjótt, so somu nøgdirnar av olju aftur kundu latast keyparunum. Men nú fær ivi um saudiarabiska lyftið aftur prísirnar at hækka.

 

Sambært Wall Street Journal er oljufelagið Saudi Aramco kjarrgalið eftir at finna leverandørar, sum kunnu hjálpa teimum at umvæla oljuskipanirnar, sum hava fingið skaða.

 

Talan var um eina oljuframleiðsluskipan, ið framleiddi seks prosent av alheims ráoljuni.

 

- Og Aramco er tilreiðar at gjalda ovurprís fyri at fáa skipanina upp aftur at koyra, sum lovað. Men sambært keldum í saudiarabiska embætisveldinum og oljuhandilsfólkum, kann umvælingin fara at taka fleiri mánaðir og ikki bara einar 10 vikur, sum oljufelagið hevur lovað, skrivar Wall Street Journal.

 

Og tað hevur aftur sent oljuprísirnar himmalhøgt.

 

Kelda: Maritime Danmark