* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Oljuprísurin hækkar eftir olju-Trump

Longu tá gitingar í gjár vildu vera við, at USA fór at taka seg úr kjarnorkuavtaluni við Iran, byrjaði oljuprísurin á heimsmarknaðinum at hækka.

 

Síðan amerikanski forsetin í gjárkvøldið so alment boðaði frá, at USA veruliga tekur seg úr avtaluni við Iran, helt oljuprísurin fram at hækka.

 

e24.no skrivar, at klokkan 6.00 í morgun lá prísurin á norðsjóvarolju á 76,67 dollarar tunnuna, og amerikonsk lættolja (WTI) verður handlað fyri 70,63 dollarar tunnuna.

 

Síðani nýggjárið er prísurin hækkaður við 15 prosentum, og hann er 55 prosent hægri nú enn sama tíðarskeið í fjør, skrivar e24.no.

 

- Avgerðin hjá Trump at ógilda kjarnorkuavtaluna, sum Obama fekk í lag við Iran í 2015, var heilt stóra hendingin í nátt. Tí nú má roknast við, at revsitiltøkini móti Iran aftur verða sett í gildi, og tað fer aftur at ávirka iranska oljuútflutningin, sigur William O’Loughlin, greinari í Rivki Securities, við Reuters.

 

Iran er er triðstørsti oljuframleiðari í Opec aftaná Saudiarabia og Irak.

 

Anders Holte, greinari í Danske Bank, segði áðrenn avgerðina hjá Trump, at oljuprísurin sum onki kann fara upp í 80 dollarar fyri tunnuna, um USA gjørdi av at taka seg úr kjarnorkuavtaluni við Iran, og setur revsitiltøkini í verk aftur.

 

Nýggi trygdarráðgevin hjá Donald Trump, John Bolton, hevur sagt, at revsitiltøkini fara beinanvegin at galda allar nýggjar avtalur við stjórnina í Iran. Hann legði aftrat, at evropisk feløg hava nakrar mánaðir at gera seg leys av Iran-sáttmálum og avtalum.

 

Millum avtalurnar, sum verða raktar av seinasta stignum hjá Trump, er flogframleiðarin, Airbus. Iran Air hevur bílagt 100 flogfør frá fyritøkuni, men nú dugir ongin at siga, um tann avtalan verður til nakað.

 

Kelda: e24.no og Reuters