* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Greinari væntar, at oljuprísurin fer at hækka upp í 85 dollarar fyri tunnuna í næsta ár.

Oljuprísurin hækkar orsakað av Iran og Venezuela

Oljuprísurin hevur í seinastuni táttað í 80 dollarar fyri tunnuna, men næsta ár fer prísurin at hækka uppaftur meira, heilt upp í 85 dollarar fyri tunnuna, væntar greinari.

 

Eftir at Donald Trump skrottaði kjarnorkuavtaluna við Iran, er oljuprísurin hækkaður heilt upp í 79 dollarar fyri tunnuna. So høgur hevur oljuprísurin ikki verið síðan 2014.

 

Júst støðan í Iran, saman við oljuskrædlinum í Venezuela, gera sítt til, at oljuprísurin heldur fram at hækka, sigur Bjarne Schieldrop, greinari í SEB.

 

Gjarne Schieldrop sær fyri sær, at prísurin fer heilt upp í 85 dollarar fyri tunnuna í komandi ári.

 

Prísurin kvinkaði uppeftir bæði áðrenn og aftaná at USA gjørdi av at taka seg úr kjarnorkuavtaluni við Iran fyrr í mai mánaði. Avtalan, sum Obama gjørdi við iranar í 2015, fekk øll átøk móti Iran at fella burtur.

 

Men nú verða øll tiltøkini móti Iran sett aftur í gildi, og tað hevur fingið oljuprísin at hækka.

 

Skrædlið á oljumarknaðinum í Venezuela er eisini ein orsøk til príshækkingina, heldur altso greinarin hjá SEB.

 

Kelda: E24