* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Oljuprísurin er fallin nakað, hóast amerikansku revsitiltøkini móti Iran aftur eru sett í verk.

Oljuprísurin lækkar hóast handilsforðingar hjá USA

Ein niðurgongd í búskaparliga vøkstrinum komandi mánaðirnar fer at trýsta eftirspurningin eftir olju, meta greinarar, sum samstundis halda tað vera positivt, at átta lond framvegis kunnu innflyta olju úr Iran uttan revsitiltøk úr USA.

 

Prísurin á einari tunnu av ráolju heldur fram at lækka, eftir at amerikanarar hava sett revsitiltøkini móti Iran í verk aftur.

 

Greinarar siga við Reuters, at ein niðurgongd í búskaparliga vøkstrinum komandi mánaðirnar fer at trýsta eftirspurningin, men at tað hóast alt er gott, at átta lond framvegis kunnu innflyta olju úr Iran, uttan at USA revsar tey.

 

Ímeðan revsitiltøkini aftur vórðu sett í verk, gav Washington teimum átta londunum, Kina, India, Suðurkorea, Japan, Italia, Grikkalandi, Taiwan og Turkalandi 180 dagar at innflyta olju í. Og tá hetta eru størstu oljuinnflytararnir úr Iran, kann útflutningurin halda fram í eina rúma tí.

 

Jameel Ahmad, rávørugreinari hjá FXTM, sigur við Reuters, at “prísirnar av revsitiltøkunum móti Iran hevur marknaðurin ásett.”

 

Greinarin legði aftrat, at linkingin í alheims vøkstrinum og tískil eftirspurningurin eftir brennievni er ein størri vandi fyri oljuna komandi mánaðirnar.

 

Týsmorgunin var prísurin á einari tunnu av norðsjóvarolju 72,89 dollarar. Klokkan 17.00 mánadagin var prísurin fyri eina tunnu av norðsjóvarolju 74,14 dollarar.

 

Kelda: ShippingWatch