* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Oljutænastufelag sendir 80 fólk til hús í Norra

Minkandi virksemi noyðir altjóða oljutænastufelagið TechnicFMC at senda 80 fólk á norsku deild síni til hús, skrivar petro.no.

Samskiftisleiðarin hjá fyritøkuni, Andreas Helgesen, sigur við netmiðilin, at øll starvsfólkini á deild tess í Norra hava fingið tilboð um sjálvbodnar endaavtalur, og fyritøkan vónar, at uppsagnirnar kunnu fremjast við slíkum avtalum.

– Eydnast okkum ikki at fáa nóg nógvar sjálvbodnar endaavtalur, noyðast vit at siga fólki upp á vanligan hátt, sigur hann.

Sambært Tidens Krav er endapakkatilboðið sent út til 700 starvsfólk.

TechnipFMC spurdist burturúr samanleggingini av Technip og FMC Technologies í 2015.

Felagið hevur verið í trupulleikum, síðani oljuprísurin fall, tí hetta hevði við sær, at oljufeløgini minkaðu útreiðslur sínar munandi.

TechnipFMC er skrásett á keypskálanum í París og hevur eitt marknaðarvirði upp á tíggju miljardir evrur ella umleið 75 miljardir krónur.

Felagið hevur meira enn 40.000 starvsfólk í 48 londum.

Kelda: e24.no