* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Oljuútlátið frá Sanchi nú á stødd við París

Oljuútlátið frá sokna suezmax tangaskipinum ’Sanchi’ breiðir seg. Síðani skipið sakk sunnudagin, eftir at hava stðið í ljósum loga í eina viku, er leiðin, ið er fjald av olju frá iranska oljutangaskipinum, nærum vaksin til tvífaldaða stødd. Hon fevnir nú um 101 ferkilometrar - svarandi til støddina á París - skrivar CNN við kinesiskum myndugleikum sum keldum.

Talan er um fýra sjálvstøðugar oljublettir, harav tann størsti er 48 ferkilometrar

Tað 164.000 dwt stóra tangaskipi, sum National Iranian Tanker Co' eigur, var á veg úr Iran til Suðurkorea við 136.000 tonsum av olju – svarandi til nærum eina miljón tunnur – tá tað leygardagin 7. januar stoytti saman við farmaskipið 'CF Crystal' upp á 76.000 dwt út fyri kinesisku strondini.

Myndugleikarnir góvust við at leita eftir 32 mans stóru manningini, eftir at skipið sakk. Líkini av trimum monnum eru funnin. 30 iranar og tveir bangladeshar vóru við skipinum.

Kelda: soefart.dk