* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Oljuvanlukkan í Meksikoflógvanum.

Stórt endurgjaldskrav til BP.

 Í gjár byrjaði rætttarmálið, sum skal gera av, hvussu nógv bretska oljufelagið BP og hinir partarnir í málinum skulu rinda í bót og endurgjaldi fyri ta stóru dálkingarvanlukkuna í Meksikoflógva um summarið í 2010. 


BP hevur longu gjørt semju í fleiri túsund málum um endurgjald í sambandi við lekan og dálkingina. Millum annað hevur felagið gjørt semju við amerikonsku myndugleikarnar um at rinda 4,5 milliardir dollarar í bót. Herumframt hevur felagið goldið einstaklingum og fyritøkum 7,8 milliardir dollarar í endurgjaldi fyri skaða, sum stóðst av dálkingini. 

Í rættarmálinum, sum byrjaði í New Orleans í gjár, boðaði ákæruvaldið frá, at tað fer at leggja fram prógv fyri, at vanlukkan stóðst av grovum ósketni, og at tað millum annað kostaði 11 oljuarbeiðsmonnum lívið. Greinarar siga, at verður BP dømt sambært ákæruritinum, kann tað kosta felagnum 17 milliardir dollarar ella knappar 100 milliardir krónur afturat tí, sum felagið longu hevur goldið. 

Ikki einsamalt 

Sambært fronsku tíðindastovuni AFP fer BP at royna at leggja ein part av ábyrgdini yvir á sínar samstarvsfelagar í Meksikoflógva t.v.s. Transocean og Halliburton. Transocean var operatørur á leiðini, og Halliburton hevði ábyrgdina av, at alt var í lagi umborð á pallinum "Deepwater Horizon". 

Sambært talsmanninum hjá BP, Rupert Bondy, vil felagið ikki ganga við til, at vanlukkan stóðst av grovum ósketni frá felagsins síðu. 

-Hetta var ein syndarlig vanlukka, sum hevði fleiri orsøkir, og sum umfatar fleiri partar, sigur Rupert Bondy. 

Tað tók 87 dagar at tetta lekan aftan á spreingingina á "Deepwater Horizon", og tá hevði oljan dálkað strendurnar í fimm amerikonskum statum og tikið grundarlagið undan fiskivinnuni og ferðavinnuni har. Mett verður, at BP brúkti meiri enn 14 milliardir dollarar til ruddingina. 


Vil helst hava semju 

Í fyrsta umfari skal rætturin í New Orleans staðfesta orsøkina ella orsøkirnar til vanlukkuna og gera úrskurð um, hvør hevði ábyrgdina, ella hvussu stóran part av ábyrgdini teir einstøku partarnir høvdu. Hetta kann taka fleiri mánaðir. 

Fleiri amerikanskir greinarar seta spurnartekin við, um BP hevur ráð til at lata málið enda við dómi, og tí vænta teir, at felagið fer at dyrgja eftir einari semju. 

Statirnir Alabama, Louisiana, Texas, Mississippi og Florida eru við í stevningini saman við amerikanska løgmálaráðnum og fleiri privatum fyritøkum.

Kelda: oljan.fo