* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Øll ES-skip skulu hava nettohýru frá 2020

Frá næsta ár fáa sjófólk við donskum skipum møguleika at fáa nettoløn útgoldnað, tá tey arbeiða umborð á skipum undir ES-flaggi.

Broytingin verður gjørd í sambandi við ES-góðkenning av víðkan av, at DIS-skipanin verður víðkað. Skipanin skal víðkast til at umfata skattafría nettohýru til sjófólk, sum arbeiða umborð á serskipum.

Her hevur ES víst á, at verandi skattareglur í sambandi við DIS-skattaskipanina eru í stríð við maritimu stuðulsreglurnar og reglurnar um fræls at flyta aftur og fram.

Fyri at bøta um skeivleikarnar hevur stjórnin millium annað víðkað skipanina við nettohúru til eisini at galda fyri sjófólk, sum arbeiða umborð á øðrum ES ella EØS-skipum.

Kelda: Maritime Danmark