Øll ferðafólkini á russiska polarskipinum Akademik Sjokalskij, ið stendur fast í havísinum í Suðurpólinum, eru flutt av skipinum við eini kinverskari tyrlu, og tey eru nú umborð á einum avstralskum útgerðarskipi.

26 ferðafólk og 26 vísindafólk eru flutt av rannsóknarskipinum, meðan manningin, ið telur 22 fólk, verður verandi á skipinum.

Upprunaliga ætlanin var at flúgva ferðafólkini til kinverska ísbrótaran Xue Long og haðani sigla tey til avstralska útgerðarskipið Aurora Avstralia, sum fyrr til fánýtis hevur roynt at koma fram til neyðstadda skipið.

Aurora liggur minni enn fýra kilometrar frá Xue Long, meðan Akademik Sjokalskij er umleið 22 kilometrar burturi.

Skipið er leigað av Avstralska-Asiatiska Antarktis Rannsóknarliðnum, sum fagnar 100 ára degnum fyri rannsóknarferðini hjá avstralska jarðfrøðinginum Sir Douglas Mawson við at fylgja í fótasporum hansara. Skipið hevur staðið fast í ísinum síðani jólaaftan.