* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Partur av Eystursjónum.

Frá 1. juni var ikki longur loyvt ferðafólkaskipum at tøma innihaldið í vesum út í Eystursjógvin, og tað er uttan mun til, hvussu gamalt skipið er. Einasta undantak eru skip, sum eru á veg til ella frá Skt. Pætursborg.

 

Forboðið er ein herðing av forboðnum, sum varð sett í gildi fyri tveimum árum síðan, og sum fevndi um øll nýggj skip. Her skal annaðhvør verða ísett reinsiskipan, sum tryggjar, at vesiavfallið heldur seg innanfyri ásettar rammur, um skipini ikki sleppa sær av við vesiavfallið í landi.

 

Tað eru hesar reglurnar, sum nú galda øll skip uttan mun til aldur.

 

Samstundis sum reglurnar umborð á skipum eru herdar, eru tær einki broyttar, tá tað snýr seg um krøv, sum verða sett havnunum at seta upp útgerð at taka ímóti vesiavfalli.

 

Kelda: Sjøfartstidningeg / Maritimedanmark