* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ongantíð so nógvur fiskur landaður í Skagen sum í fjør

Í fjør vórðu 393.069 tons av fiski landað í Skagen fyri góðar 922 miljónir krónur. Skagen er størsta fiskivinnuhavnin í Danmark.

Góð 33 prosent av samlaðu landingarnøgdini í Danmark komu upp á land í Skagen í fjør ímóti sløkum 31 prosentum í 2016. Lágir prísir á serliga ídnaðarfiski og sild høvdu negativa ávirkan á søluvirðið í 2017 samanborið við 2016, tá góð 269.000 tons vórðu landað fyri eina miljard krónur.

Tøl frá NaturErhvervsstyrelsen vísa, at Hanstholm er næststørsta fiskivinnuhavnin í Danmark við 240.810.601 tonsum fyri 864 miljónir krónur, og Thyborøn nummar trý við 301.578.148 tonsum fyri 666 miljónir krónur.

Umleið 50 prosent av fiskinum, sum kom upp á land í Skagen í 2017, vóru frá útlendskum skipum. Svensk skip stóðu fyri 21 prosentum ella 81.351 tonsum, meðan norsk skip stóðu fyri 47.492 tonsum ella 12 prosentum av samlaðu nøgdini.

Kelda: Skagen Havn/maritimedanmark.dk