* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Norsku skipasmiðjurnar hava broytt fullkomuliga kós, eftir ógvisliga fallið í oljuprísinum fyri tveimum árum síðani. Í 2015 stóðu bíleggingarnar av frálandsskipum fyri 78 pst. av samlaðu bíleggingunum á norsku skipasmiðjunum, sum høvdu spesialiserað seg í júst hesum slagnum av skipum. Men í 2016 kom ikki ein einasta bílegging av frálandsskipum, og hesin bólkurin er ikki longur avgerandi fyri norsku skipasmiðjurnar, skrivar Sysla.no.

Tilsamans eru 13 frálandsskip undir bygging í løtuni í Norra og altso ongar nýggjar uppgávur av tílíkum slag á veg.

Ístaðin fyri frálandsskipini verða vindskip, ferjur, játtir og onnur serskip bygd á norskum skipasmiðjum sum Kleven Verft, Ulstein og Vard.

Nevndarforkvinnan í Kleven Verft og Myklebust Verft, Kjersti Kleven, væntar tó ikki, at byggingin av frálandsskipum er endaliga av, hóast tað fer at taka drúgva tíð, áðrenn marknaður verður fyri nýggjum skipum aftur.

"Nógv skip liggja í løtuni, og ikki ber til at siga enn, hvør partur av frálandsvinnuni, vendir skjótast og best aftur. Men tað er greitt fyri okkum, at vit fara at gera alt fyri at varðveita okkara sáttmálar og sambond við frálandsumhvørvið," segði nevndarforkvinnan.

Kelda: shippingwatch.dk