* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Reikferðaskip í Venesia.

Eftir kjak í nógv ár hevur italska stjórnin gjørt av at seta bann fyri, at stór reikferðaskip sigla inn miðskeiðis í Venesia. Í framtíðini fara reikferðaskip at leggja at í ídnaðarhavnini í býnum, Marghera.

 

Avgerðin er tikin fyri at verja søguliga býin, sum hevur eina rúgvu at veitum og har húsini standa á steyrum.

 

Íbúgvarnir í býnum óttast, at aldurnar frá reikferðaskipunum oyðileggja undirstøðið undir húsunum, samstundis sum vistskipanin verður løstað.

 

Hinvegin trekkir tað, at ferðafólk við reikferðaskipum eru ein stór inntøkukelda, og at júst hesi ferðafólkini geva sítt góða íkast til búskapin í býnum.

 

At lagt verður at í ídnaðarhavnini verður kortini bara fyribils, til ein nýggj farstøð verður gjørd til reikferðaskip burturav við útjagaran av býnum.

 

Kelda: Maritimedanmark