* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ongin vil keypa MAN Energy Solutions

Níggju mánaðar eftir at VW, sum eigur MAN Energy Solutions, gjørdi av at selja framleiðan av stórum skipamotorum, er framvegis ikki eydnast at finna ein keypara. 14.000 fólk arbeiða hjá MAN Enrergy Solution, 2.700 í Danmark.

 

VW er viknað av sonevndu dieselgøluni, har milliónir av dieselbilum hjá VW vórðu útgjørdir við telduforritum, sum í royndarstøðum fingu tað at síggja út, sum at bilarnir dálka minni, enn teir í veruleikanum gera.

 

Verksmiðjan er í ferð við at umstilla alla framleiðsluna til ravmagns-bilar, sum krevur nógvan kapital. Sum avleiðing selur samtakið alt burturúr, sum ikki hoyrir til sjálvi kjarnuvirðini, millum annað vil fyritøkan sleppa av við MAN Energy Solutions.

 

Verksmiðjan, sum framleiðir stórar skipamotorar, og sum hevur røtur sína í Danmark, hevur víst seg at vera trupul at selja. Fleiri keyparar hava verið inni í myndini, men ongin vil gjalda ta upphædd, sum VW vil hava.

 

Millum keypararnar, sum hava samráðst við VW um MAN, eru Cummins Inc. og Mitsubishi Heavy Industries Ltd.

 

Kelda: Maritime Danmark