* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ongland steðgar Brexit-sáttmála við DFDS

Bretska ferðslumálaráðið steðgar nú einum sáttmála við DFDS og Brittany Ferries, sum skuldi tryggja Stórabretlandi lívsneyðugar sendingar, um so varð, at Bretland fór úr ES uttan eina avtalu.

 

Evstamark fyri brexit er útsett. Men av tí at hædd ikki var tikin fyri útsetingini í sáttmálanum við tey bæði reiðaríini, og at tørvur ikki longur er á kapasitetinum, sum var settur av, er sáttmálin settur úr gildi. Tað skrivar Sky News sambært Søfart.

 

Annars vóru bæði DFDS og Brittany Ferries tryggjað 245 milliónir krónur í part um so var, at sáttmálin varð sagdur úr gildi áðrenn tíðina.

 

Sambært Sky News mettu bretsku myndugleikarnir í februar mánaði, at kostnaðurin fyri at siga upp avtaluna fyri tíð fór at liggja um 56,6 milliónir pund, sum eru umleið 492 milliónir krónur. Sky News skrivar sambært ónevndum keldum, at upphæddin endar eini 10 prosent lægri.

 

Kelda: Søfart/Sky News