* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Onglandsferjan dregur nógv ferðafólk til sín

Síðstu túrarnir hjá Sirena Seaways á rutuni millum Esbjerg og Harwich eru sera væl vitjaðir bæði av føstum og øðrum ferðafólkum. Miðlarnir hava eisini víst stóran áhuga.

”Bookingdeildin kundi skjótt boða frá útseldum fráferðum, og vit hava ongantíð havt so nógvar fráferðir við fullum skipi, sum vit hava upplivað seinastu tíðina”, sigur Kevin Helsinghof, Country Manager í DFDS.

Eisini pressan hevur víst stóran áhuga fyri skipinum og manningini, nú rutan verður niðurløgd. 

Tann heilt stóri miðlaáhugin hevur savnað seg um tann avgjørt seinasta túrin, sum verður úr Harwich næsta sunnudag og móttøku í Esbjerg mánadagin við vatnkanónum og fráfaringarskotum og -heilsanum.

15 journalistar og myndafólk eru við á ferðini.

Kelda: DFDS Update