
Onki formanskjak á FF-aðalfundi
Kjakið gekk dúgliga á landsfundinum hjá Føroya Fiskimannafelag, har landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum var gestur.
Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag varð hildin í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag í Havn í gjár, og umleið 60 limir vóru møttir.
Hetta var hin fyrsti landsfundurin eftir viðtøkubroytingarnar, sum geva landsfundinum heimild at taka endaliga avgerð í øllum málum, eisini viðtøkubroytingum. Fyrr kravdu viðtøkubroytingar, at meiriluti var fyri teimum fyrst á landsfundi og síðani í uratkvøðugreiðslu millum allar limir felagsins.
Í so máta var tað eitt sindur óheppið, at nevndin kendi seg noydda at taka uppskotini um lógarbroytingar, sum vóru til viðgerar á landsfundinum, aftur og útseta tey til næsta landsfund. Hetta tí ætlaðu lógarbroytingarnar ikki vóru fráboðaðar saman við landsfundarlýsingunum.
Viðtøkurnar siga ikki, at ætlaðar viðtøkubroytingar skulu fráboðast frammanundan, men í samráð við advokat felagsins metti nevndin, at tað er góður siður við slíkari fráboðan, nú viðtøkubroytingar beinanvegin fáa gildi, um tær verða samtyktar á landsfundi.
Tí vórðu tey tvey uppskotini um viðtøkubroytingar tikin aftur hesaferð. Tey snúðu seg um ávikavist at taka av skipanina við sóknarformonnum og at broyta reglurnar fyri vali av sýsluformonnum (nevndarlimum), soleiðis at hesir verða valdir beinleiðis á landsfundi og ikki við uratkvøðu millum allar limir felagsins.
Væntandi fer nevndin at seta uppskotini fram aftur á næsta landsfundi – tá væl og virðiliga lýst frammanundan.
Eitt uppskot um at seta hámark á limagjaldið var innkomið frá einum limi. Men av tí, at felagið ikki hevði gjørt neyvar útrokningar og lýsing av avleiðingunum, tók uppskotsstillarin uppskotið aftur.
Gott kjak
Felagsformaðurin lovaði at gera neyðugu útrokningarnar til næsta landsfund, tá hetta uppskotið
væntandi eisini kemur fyri aftur.
Annars gekk landsfundurin væl, og dúgliga varð kjakast, bæði um fakligu viðurskiftini, sum Jan
Højgaard, felagsformaður, umrøddi í sínari formansfrágreiðing, og um fiskivinnupolitikk.
Tað kann kanska undra, at ongin umrøða yvirhøvur var av formansvalinum, sum er í gongd og
endaliga avgjøryt um ein mánaða. Báðir kandidatarnir, Jan Højgaard, sitandi formaður, og Sniálvur
Røvilsberg vóru annars til staðar.
Teir hildu seg tó til ítøkiligu evnini, ið vóru á dagsskrá, og lótu seg ikki freista at brúka landsfundin sum
beinleiðis pall fyri valstríðnum.
Høvuðsíkastið til politiska kjakið kom frá Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, sum var
gestarøðari á landsfundinum.
Høgni Hoydal greiddi frá fiskivinnupolitikkinum hjá samgonguni, og aftaná fekk hann hópin av
spurningum og viðmerkingum.
Tilfeingisgjaldið, sum manningarnar partvíst verða trektar fyri, var í brennideplinum, og
fiskimálaráðharrin harmaðist um, at samgongan hevði kent seg noydda at sleppa kravinum um, at reiðararnir fram eftir ikki skuldu kunna taka tilfeingisgjaldið av óbýttum.
Beinleiðis spurdur segði Høgni Hoydal, at hann helt tað vera grundleggjandi skeivt, at manningar
noyðast at gjalda part av tilfeingisgjøldunum, sum verða løgd á reiðararnar fyri teirra framíhjárættindi at
fiska.
Hann lovaði eisini framhaldandi at arbeiða fyri at broyta hesi viðurskiftini – serliga við
atliti til fiskivinnunýskipanina, sum ætlandi skal verða klár 1. januar 2018.
Landsfundurin endaði við góðum døgverða við undirhaldi, sum musikalsku skemtararnir Hilmar Jan
Hansen og Robert McBirnie skipaðu fyri.
Meira um ársaðalfundin á heimasíðuni hjá Fiskimannafelagnum fiskimannafelag.fo
Kelda: Føroya Fiskimannafelag