
OOCL bíleggur fimm 23.000 teu skip
Kappingarneytin hjá Maersk, OOCL, hevur bílagt fimm av teimum heilt stóru bingjuskipunum upp á 23.000 teu. Skipini skulu smíðast á tveimum kinesiskum skipasmiðjum, sum Cosco Shipping hevur ræðið á. Skipini skulu latast eigarunum frá 1. ársfjórðingi í 2023 til 4 ársfjórðing sama ár.
Trý av hesum risastóru skipunum skulu smíðast á Nantong-skipasmiðjuni, meðan tey seinastu tvey skipini skulu smíðast á Dalian-skipasmiðjuni.
Kostnaðurin fyri øll fimm skipini í alt verður 5,1 milliardir danskar krónur.
“Støddin á skipunum vil – saman við núverandi smærri skipum – gera flotan fullkomnan og skapa búskap í stórum skala,” sigur OOCL um avgerðina.
Reiðaríið leggur aftrat, at hetta vil styrkja marknaðarstøðuna og kappingarførið hjá OOCL sæð í mun til útreiðslurnar hjá felagnum.
Cosco Shipping Holdings keypti í 2017 OOCL fyri 6,3 milliardir dollarar, tað eru umleið 42 milliardir danskar krónur.
Kelda: TradeWinds / Maritime Danmark