* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Kina hevur eina milliard tunnur av olju og er tilreiðar at brenna goymslurnar, heldur oljugreinari. Tað skrivar e24.no.

 

Hósdagin í farnu viku hittist oljukartellið, Opec, at tosa um framtíðar viðurskifti.

 

- Vit skulu minnast, at var tað ikki fyri Opec, so hevði kostnaðurin av einari tunnu av olju verið 40 dollarar, sigur Bjarne Schieldrop, leiðandi greinari hjá SEB.

 

Seinastu tíðina hevur ein tunna av olju kostað 75 dollarar. Tað er tað mesta síðan 2018.

 

- Nú síggja vit, at Kina mótmælir hægri rávørukostnaði, sigur Schieldrop.

 

Hann vísir á, hvussu kinverskir myndugleikar sleppa metalli út av strategisku goymslum sínum fyri at taka trýstið av kostnaðinum á millum øðrum kopari og aluminium.

 

- Hetta er eitt ógvuliga greitt tekin til Opec um, at Kina ikki er serliga fegið um høgu rávøruprísirnar, og at kinverjar eru tilreiðar at gera nakað við tað, sigur Schieldrop.

 

Við einari millión tunnum av olju á goymslu, er tað ikki bara oljukartellið, sum hevur møguleika at førka oljukostnaðin.

 

- Um kinverjar siga, at teir fara at minka innflutningin í eitt ár, so ber tað til. So talan er um veruliga vøgugongd fyri Opec, hvussu langt felagsskapurin torir at ganga, heldur oljugreinarin í SEB.

 

Ein annar greinari, Louise Dickson, sum arbeiðir hjá Rystad Energy, skrivar í einari viðmerking mánadagin, at hon heldur høga oljuprísin leggja trýst á Opec fyri at lætta trýstið. Hon heldur tískil, at oljukartellið fer at boða frá øktari framleiðslu upp á 100-200.000 tunnur meira um dagin.

 

Kelda: e24.no