* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Opnir skrubbarar framvegis loyvdir í Danmark

Meðan ein røð av havnum um allan heim seta bann fyri nýtslu av opnum skrubbarum í teirra havnum ella firðum, er framvegis loyvt at lata dálkað vatn frá opnum ella upplatnum skrubbarum í donskum havnum. Felagið hjá donskum havnum vísir á, at hugt verður í løtuni at hesum málinum, men Donsk Reiðarí eru sum heild ímóti serreglum í Danmark.

 

Minkingin av CO2-útláti út í luftina er nógv minka, og ávirkar tískil minni fólk við sjúkum, sum ikki tola útlátið, ella sum beinleiðis eru vorðin sjúk av útlátinum.

 

Men samstundis er kikarin nú settur á tað útlátið frá skrubbarum, sum endar á sjónum, og sum tískil dálkar havumhvørvið. Opnir skrubbarar eru ein stór kelda til dálking av havninum, tí í staðin fyri at t.d. CO2-útlátið fer við roykinum út í luftina, endar tað á sjónum.

 

Fleiri lond, teirra millum Týskland, Noreg og Letland hava bannað útláti av spillvatni í ávísum havnum og firðum av somu orsøk.

 

Ein frágreiðing hjá danska Miljøstýrinum sló fast í 2012, at “óvissan um møguliga hækking í konsentrasjónini av skaðiligum evnum kann vekja stúran upp á longri sikt. Ein háttur kundi verið bara at loyvt afturlatnum skrubbarum ella lágsvávulinnihaldi í skipum, tá tey eru í havn.”

 

Kelda: Maritime Danmark