* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Órógv í Solstad Farstad

Sverre Andreas Farstad hevur tikið seg úr nevndini í norska frálandsreiðarínum Solstad Farstad, upplýsir felagið í stuttari fráboðan til keypskálan í Oslo.

Onki verður sagt um, hví hann hevur gjørt av at taka seg úr nevndini, men Sverre Andreas Farstad hevur fleiri ferðir funnist at gongdini í Solstad Farstad.

Solstad, Farstad og Deepsea Supply løgdu fyrst í 2017 saman, og í summar kom fram, at fleiri skuldu sigast upp.

Uppsøgnirnar fóru serliga at raka fyrrverandi skrivstovurnar hjá Farstad, og tað fekk familjuna, ið stovnaði Farstad á sinni, at ressast við.

"Hetta er ein líka dapur dagur, sum tá Farstad Shipping fór í søguna," segði fyrrverandi nevndarformaðurin í Farstad og stórpartaeigarin Sverre Farstad um uppsøgnirnar við Sysla.

Sambært børsfráboðanini skal ein nevnd í Solstad Farstad taka støðu til, hvørt ein nýggjur nevndarlimur skal skjótast upp á næsta aðalfundinum hjá reiðarínum.

Kelda: shippingwatch.dk