* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Orrusta millum risar í gassvinnuni

Uttanfyri vesturstrond Avstraliu fer í løtuni orrusta fram millum ósæddar risar í gassídnaðinum. Í hesum stríðnum er heimsins størsti semi-undirsjóvar pallur, longsta undirsjóvar rørleiðing á syðru knatthálvu, og heimsins longsta skip ella havgangandi gasspallur.

Øll eru í økinum av somu orsøk: natúrgass – og tey vóna at fáa fyrsta gassið upp í hesum mánaðinum.

Samstundis sum lond flest ganga burtur frá koli sum orkukeldu, er tað hetta lívrunnað brennievnið, sum er frammarlaga millum orku-hungrandi lond og heimsveldi.

Roknað verður við at taka 177 billiónir kubikkføtur ella 5,012 billiónir kubikkmetrar av gassi upp í 2040.

Tað er ein av grundunum til, at Shell hevur latið smíða heimsins størsta og longsta skip ella í hvussu er havgangandi far, nú ein skipasmiðja í Japan smíðar felagnum eitt næstan hálvan kilometur langt skip/far til gassvinnuna.

Prelude, sum skipið eitur, er 488 metrar langt. Har vanta sostatt bara 12 metrar í, at skipið er hálvan kilometur langt.

Hóast leitað verður í ymiskum gassbrunnum út fyri vesturstrond Avstraliu, eru leitibrunnarnir knýttir saman.

- Eg plagi at siga tað soleiðis, at eg havi eina mynd, sum eg vísi fyri tveimum kundum. Á myndini síggja vit tveir mans, sum drekka sama milksheykin, sigur Saul Kavonic, orkugreinari hjá Wood Mackenzie.

Kelda: BBC


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=WZwtxHta9AE]