* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Ósemja um ábyrgd av oljuvanlukku

Ein kanningarnevnd er komin við niðurstøðuni í sambandi við oljuvanlukkuna, tá tvey skip stoyttu saman í jaunar mánaði í ár. Men kanningarnevndin er ósamd.

 

Ein serlig kanningarnevnd hevur seinastu mánaðirnar kannað orsøkina til ringastu vanlukkuna við oljutangaskipum í mong ár.

 

Vanlukkan hendi, tá 164.000 bruttotons  stóra tangaskipið, Sanchi, stoytti saman við 76.000 bruttotons stóra farmaskipið, CF Crystal, hin 6. januar í ár. Eldur kom í Sanchi, sum hevði 136.000 tons av ráolju umborð. Átta dagar seinni sakk skipið.

 

Sambært Reuters er ósemja í kanningarnevndini, um tað var Sanchi ella CF Crystal, sum hevði skyldina av samanstoytinum.

 

- Kina og Hong Konga meina, at bæði skipini kunnu ábyrgdast, men umboð fyri Iran, Panama og Bangladesj meta kúvendingina í stýriborð, sum SF Crystal gjørdi, vera grundin til vanlukkuna, sigur eitt kanningarfólk hjá Iran í iranskum sjónvarpi sambært Reuters.

 

Hesin sami metir høvuðsorsøkina til vanlukkuna vera løgfrøðilig, og at ein dómstólur má taka endaliga avgerð.

 

Iranska NITC átti Sanchi, sum sigldi undir Panamaflaggi.

 

Bara líkið av einum av manningini á Sanchi varð funnið. Øll manningin, sum var uppá 32 fólk, doyði. Tey 23 av manningini á CF Crystal komu øll frá vanlukkuna á lívi.

 

Hetta var ringasta oljudálking á havinum í 35 ár.

 

Kelda: Reuters, Shippingwatch og Søfart