* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DFDS hevur nú farleiðina millum Danmark og Noreg uppaftur eftir seks mánaðar uttan sigling á væl dámdu rutuni.

 

Farleiðin millum Danmark og Noreg letur nú uppaftur, eftir at siglingin hevur ligið still síðan 8. januar orsakað av koronufarsóttini.

 

Pearl Seaways varð fyrsta ferjan, sum tók siglingina uppaftur, og tað hendi fríggjadagin. Longu dagin eftir, leygardagin, fór Crown Seaways eisini í sigling á farleiðini. Reiðaríið væntaði sostatt at koma í regluliga sigling aftur longu í vikuskiftinum.

 

- Vegna mongu starvsfólk okkarara fegnist eg um aftur at fáa ein vanligan gerandisdag, og vit fegnast sjálvandi eisini um aftur at kunna taka ímóti mongu gestunum umborð á skipum okkara, sigur Torben Carlsen, forstjóri í DFDS.

 

- Eg síggi veruliga fram ímóti at seta kós móti Oslo og aftur fáa gongd í ferðafólkahandilin, sigur hann.

 

Tá skipini bæði í vikuskiftinum stevndu út úr Norðhavnini í Keypmannahavn, skuldu tey gera ein stuttan steðg í Frederikshavn, og síðani fara víðari haðani til Oslo.

 

Kelda: Søfart