* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eldur kom í norsku ferjuna, Ytterøyingen, herfyri, og trupult var at fáa bilbukt við eldin. Eldurin kyknaði av einum leka frá battarípakkanum umborð.

Óttast at battarínýtsla gongur út yvir trygdina hjá sjófólki

Norska Maskinmeistarafelagið ivast stórliga í nýtsluni av maritimum battaríum á skipum. Felagið óttast, at tað gongur útyvir trygdina hjá sjófólki.

           

Fríggjadagin vísti battaríframleiðarin, Corvus, og norska sjófartsstýrið fyribils niðurstøðurnar í sambandi við, at eldur kom í norsku ferjuna, MF Ytterøyingen, og spreingingina aftaná. Tað vísti seg, battarípakkin lak, og tað var hetta, sum elvdi til eldin.

 

Maskinmeistarafelagið óttast, at rokanin eftir at verja uttara umhvørvið blendar fyri trygdini og innara umhvørvinum umborð.

 

- Vit halda, at talan er um fullkomið mangul uppá førleika og trygdarmentan í norska umhvørvispolitikkinum og hjá norskum innanríkisreiðaríum. Viðurkenning, vinningur og súmbolpolitikkur gongur ímóti trygdini hjá norskum sjófólki, sigur Odd Rune Malterud, fakleiðari í Norska Maskinmeistarafelagnum við Skipsrevyen.

 

Norskir myndugleikar hava sett gongd í eina velduga ravmagnisering av norska ferjuflotanum, og nýggjar ferjur við battaríum verða latin hvønn einasta mánað. Haraftrat verða fleiri eldri ferjur umbygdar fyri at kunna sigla við battaríum umborð.

 

- Tað finst heldur ongin sløkkiútgerð tilYtterøyingen hetta slagið av eldum, og tað kemur ein rúgva av lívshættisligum gassum frá slíkum eldum. Tað er eisini nakað, sum hevur loypt ekka á sløkkiliðsfólk, sigur Malterud við Skipsrevyen.

 

Kelda: Skipsrevyen