* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Alexander Maersk liggur á reduni út fyri Sisilia.

Óttast trygdina á Alexander Maersk

Bæði flóttafólk og manning umborð á Alaxander Maersk eru í heilsu- og trygdarvanda, sigur umboð fyri Maersk við Danmarks Radio.

 

Tað var fríggjadagin í farnu viku, at Alaxander Maersk, eftir áheitan frá italsku sjóverjuni, bjargaði 113 flóttafólkum í Miðjarðarhavinum. Maersk vil hava flóttafólkini í land sum skjótast.

 

Støðan er óhaldbar, verður mett hjá Maersk, men italsku myndugleikarnir vilja framvegis ikki taka ímóti flóttafólkunum.

 

- Skipið er ikki gjørt at hava so nógv fólk umborð í longri tíð. Hetta er heilsuskaðiligt fyri øll umborð, sigur Palle Laursen, chief technical officer hjá Maersk Line.

 

Hjá Maersk vóna tey, at tað skjótast tilber verður greitt, hvar flóttafólkini kunnu koma í land. Palle Laursen rópar støðuna fyri ein “risa trupulleika”.

 

Lars Løkke Rasmussen heitti sunnudagin á danska innflytararáðharran, Inger Støjbjerg, um at seta seg í samband við italsku myndugleikarnar fyri at sannføra teir um, at teir mugu taka ímóti flóttafólkunum.

 

Kelda: ShippingWatch