* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Óvanliga høg gjøld við tangaskipum

Gjøldini fyri flutning við tangaskipum eru óvanliga sterk og støðug. Tað vísir ein frágreiðing hjá Cleaves Security.

Gjøldini fyri eitt av teimum stóru tangaskipunum, sonevndum VLCC-skipum, liggja millum 94.000 og 121.000 dollarar um dagin – alt eftir aldri á skipinum, og um skrubbari er ísettur.

Tonnasjulistin á marknaðinum er ríkiliga stórur, men tað, sum fer at henda næstu vikurnar, verður avgerandi fyri prísrinar í framtíðini.

Ótrygga og óstøðuga støðan í Persaflógvanum er eisini nakað, sum kann ávirka marknaðirnar í komandi tíðum.

- Uppá sikt, og kríggj brestir á, og stórt fall verður í útflutninginum, so fer tað at ávirka gjøldini til tangaskip nei-liga. Men hægri oljuprísir fara at elva til meira olju frá øðrum framleiðarum sum t.d. USA, sum kann økja framleiðsluna lutfalsliga skjótt. Tá vera teinarnir at sigla nógv longri, og kunnu viga upp ímóti hækkaðum gjøldum, sigur Joakim Hannisdahl, greiningarstjóri í Cleaves, við Skipsrevyen.

- Vit fylgja væl við støðuni í Persaflógvanum, og hava ongar ætlanir um at broyta trygdarstigið í økinum í løtuni. Men tað kann skjótt broytast, sigur Alf Tore Sørheim, sum er deildarstjóri norska Sjóvinnustýrinum.

 

Kelda: Skipsrevyen